Sea Shepherd er komið til Føroyar

05-06-2014 - 04:15 - Jóanis Albert Nielsen

Á Facebook bólkinum Sea Shepherd Operation Grindstop 2014 er henda myndin løgd út á í kvøld.

Saman við myndini hevur bólkurin skriva "Sea Shepherd volunteers have arrived on the islands, and are preparing and training for the upcoming campaign!"

Portal.fo skrivaði annars í dag, at tað gekk ikki væl hjá Sea Shepherd at samla fólk at koma til Føroyar. Tí felagsskapurin hjá Paul Watson hevur lýst á ymiskum Facebook bólkum fyri at lokka fólk við.

Fyri at fáa fólk at tekna seg, verður sagt, at Føroyar eru fjarskotnar og vakrar oyggjar, har tey, sum fara, kunnu halda eina ”feriu við meining”.

Men nú sær út til at fyrstu fólkini eru komin til Føroyar.