Sáttmálasamráðingarnar við arbeiðarafeløgini halda fram

Politikkur15-05-2020 - 09:20 - Jóanis Albert Nielsen

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava longt sáttmálan í eina viku.

Hetta merkir, at sáttmálarnir, sum 24. apríl vóru longdir til 15. mai, nú eru longdir til fríggjadagin 22. mai á midnátt.

Partarnir eru til samráðingar hesa vikuna, og hildið verður fram í komandi viku.