SAS fekk ikki sett seg í dag

Vinna11-07-2019 - 16:58 - Jóanis Albert Nielsen
Flogfarið hjá SAS, sum eftir ætlan skuldi seta seg í Vágum klokkan 12:30 í dag fekk ikki sett seg, tí tað var tjúkt í mjørka á flogvøllinum.

Flogfarið fór tí aftur til Keypmannahavnar.

SAS skuldi eftir ætlan gera tveir túrar til Føroyar í dag, og kemur seinni flogfarið hjá teimum eftir ætlan klokkan 20:30.