Mynd: Flightradar24.com

SAS fekk ikki sett seg í dag

Vinna13-01-2018 - 15:55 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir ætlan so skuldi eitt flogfar hjá SAS seta seg á flogvøllinum í Vágum í dag, men tað fekk ikki sett seg, og er nú ávegis aftur til Keypmannahavnar har tað eisini kom frá.

Tað er annars ikki nógv flúgving um Vága floghavn í dag. Eftir ætlan so skuldu bert tvey flogfør lenda á flogvøllinum í dag, men SAS hevur nú avlýst. Flogfarið hjá Atlantic Airways skal eftir ætlan lenda klokkan 19:45.

Tvey flogfør hjá Atlantic fóru avstað í morgun, og eftir æltan skuldi SAS flogfarið fara avstað nú klokkan 16:10, men tað er so avlýst, og mugu tey ferðafólkini bíða til í morgin at sleppa av landinum.