Sangløta við Øssuri Berghamar í Siloa

mentan27-05-2017 - 11:50 - Jóanis Nielsen


Sunnukvøldið 28. mai kl. 19, verður eitt heilt serligt “syngið við” - kvøld í Siloa í Fuglafirði saman við Øssuri Berghamar og konu hansara, Susan.

Hetta verður ein fagnaðarløta fyri Øssuri Berghamar, sum fylti 75 ár í február, og endamálið er at lovsyngja Harranum ígjøgnum orð og løg, sum Øssur hevur gjørt.

Øssur Berghamar er kendur frá Kristnastovu í Keypmannahavn og sínum trúfasta arbeiði millum lesandi føroyingar í Danmark og vitjanartænastuni millum sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum.

Øssur Berghamar hevur frá ungum av nýtt sínar serligu gávur at yrkja, týða og at gera løg. Hann hevur sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum, og sangir hansara verða nógv sungnir í samkomunum og ikki minst millum tey ungu.

Á fagnaðarløtuni verður nógvur felagssangur, men eisini nakrar framførslur við kór- og solosangi.

Aftaná sangløtuna verður ein drekkamunnur at fáa.

Komið og syngið við!

Øll eru hjartaliga vælkomin.