Mynd: Eyðun Ellingsgaard.

Sandshavið siglir heim undan Íslandi

vinna08-07-2017 - 20:02 - Jóanis Nielsen

 Sandshavið fór í kvøld at sigla heim undan Íslandi, teir hava 140.000 pund, meginparturin er toskur, longa og brosma, so hava teir eisini eitt sløð av kongafiski.

Sandshavið hevur nú fiskað kvotuna teir høvdu við Ísland.

Teir landa mánamorgunin til Barðið í Havn.

Manningin á Sandshavinum telur 13 mans, skipari er Virgar Hentze.