Sandoyingar aftur fyri mismuni av Landsverki

Politikkur14-03-2019 - 21:16 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir tógvið stríð eydnaðist at skapa so mikið av rumbli, at Landsverk ikki slapp at turrleggja Sandoynna fyri skervsølu.

Sølustað er fingið til vega í Skopun, og fegnast sandoyingar um tað.
Nú hevur Landsverk 4 sølustøð í landinum, og so skuldi man trúð at man í Sandoynni kundi ogna sær skerv og annað tilfar á jøvnum føti við onnur í landinum.
Men nei.
Er tú búsitandi á Sandoynni, noyðist tú at rinda munandi meiri fyri hvørt tonsið av tilfarið.
Eg standi vegna borgarar í oynni fullkomiliga spyrjandi um, hvat meiningin hjá landinum er.
Verður tað næsta, at streymurin ið vit í Sandoynni brúka skal kosta meiri enn hann kostar hjá borgarum inni á fastlandinum? Ella hvat við telefoni, skal tað kosta meiri at ringja í Sandoynni enn á fastlandinum?
Hendan mismunin ið Sandoyggin er fyri fari eg at mótmæla av øllum alvi, tí tað kann ikki verða rætt at landið við vilja gerð mun á borgarum sínum, ella hvussu?
Veit landsstýrismaðurin Heðin Mortensen av hesum, hevur hann góðtikið hetta? Eg trúgvi ikki at tað er so.
Heitt verður tí á okkara fólkavaldu um at taka í herðatoppin á Landsverk enn einaferð, og javnstilla borgarar á Sandoynni við borgarar á fastlandinum.

Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi.