Sandavágs Timburhandil hevði gott úrslit í 2018

vinna14-06-2019 - 16:45 - Jóanis Nielsen
P/f Sandavágs Timburhandil hevði aftur eitt gott úrslit í 2018, úrslitið var útvið 4 milliónir krónir, í 2017 var úrslitið 5,2 milliónir krónir - úrslitið fyri árini 2014, 2015 og 2016 var tilsamans 7,2 milliónir krónir, so tað hevur koyrt væl hjá Sandavágs Timburhandli í fleiri ár.

Bruttuvinningur í 2018 var 11,1 millión, í 2017 var bruttuvinningurin 12,1 millión.

Eginpeningurin er nú 19,5 milliónir.

Starvsfólkakostnaðurin í 2018 var 5,2 milliónir tað er 1,2 milliónir meira enn í 2017.