Samskiparaútbúgving innan arbeiðsumhvørvi

26-06-2019 - 16:09 - Jóanis Albert Nielsen
Lv.fo: Í samstarvi við NIRAS fer Byggiharrasamtak Føroya i næstum at skipa fyri samskiparaútbúgving innan arbeiðsumhvørvi.

Skeiðið er fyrst og fremst ætlað byggiharrum, ráðgevarum, arkitektum, arbeiðstakarum og annars øðrum, ið taka sær av trygdar- og arbeiðsumhvørvisuppgávum. Talan verður um eitt skeið, sum verður hildið í tveimum umførum, har fyrri parturin liggur 21., 22. og 23. august og tann seinni 23. og 24. september. Í millum fyrra og seinna part skal ein praktisk uppgáva loysast.Undirvísingin, sum er frá klokkan 8 til 16, fer fram á Parnassinum á Hotel Hafnia, eins og vitjað verður á einum byggiplássi.

Tilmelding og fyrispurningar fara fram umvegis teldupost til Karinu Nattestad Nolsøe, HTU-samskipara á Landsverki, kano@lv.fo, tlf. 290803. Tilmeldingar- og gjaldsfreistin er 14. august 2019.

Pláss er fyri 20 luttakarumm, og kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 8.000 krónur, sum skal rindast á kontunr. 9181-128.220.6 í Betri Banka viðmerkt “Skeið.”