Samráðingarnar slitnaðar

12-05-2018 - 10:35 - Jóanis Nielsen

Semingsstovnurin bleiv boðsendur, eftir at samráðingarnar slitnaðu millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið í gjárkvøldið.

Tá ið samráðingarnar slitnaðu í millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið kl. 22 í gjárkvøldið, varð sent boð eftir semingsstovninum.

Semingsstovnurin longdi sáttmálan eina viku, soleiðis at hann nú gongur út á midnátt 18. mai.