Samhugaverkfallið mánadagin avlýst

Vinna14-01-2018 - 13:21 - Jóanis Albert Nielsen

24 tíma samhugaverkfallið, sum 21 fakfeløg á arbeiðsmarknaðinum høvdu boðað frá, er avlýst, nú tað eydnaðist Føroya Pedagogfelag at gera sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Samhugaverkfallið varð lýst at galda frá mánamorgni kl. 7.00 til týsmorgunin kl. 7.00 á arbeiðsplássum undir landinum og hjá kommununum.

Sunnunáttina komu Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin ásamt um nýggjan sáttmála.

Hetta merkti at verkfallið hjá Pedagogfelagnum varð avlýst, og samstundis er samhugaverkfallið hjá teimum 21 fakfeløgunum mánadagin avblást.

Vegna tey 21 fakfeløgini
Súni Selfoss, form. í Starvsmannafelagnum