Samgongan fyri tey útvaldu

politikkur24-01-2020 - 17:06 - Jóanis Nielsen

Hevur vinnan tað gott, hevur familjan tað gott. Hetta var slagorðið hjá Fólkaflokkinum til valið. Men politikkurin hjá samgonguni sigur mær, at fatanin hjá samgonguflokkunum av bæði vinnulívinum og familjulívinum er heldur einstáttað.

Útvaldar vinnur og útvaldar familjur

Nýggja samgongan skal vera so góð við vinnuna. Men samstundis verða uppskot løgd fyri tingið, sum til dømis tað vit viðgjørdu í gjár, sum gevur heimavirki skattligar fyrimunir og harvið er beinleiðis kappingaravlagandi fyri tað etableraða vinnulívið á hesum økinum.

Jú kollveltandi broytingar eru gjørdar í fiskivinnuni, har millardavirði vórðu latin út til nakrar fáar útvaldar familjur. Men hvar eru átøkini til gagns fyri alt vinnulívið?

Áðrenn valið hoyrdu vit ferð eftir ferð, at CEF samgongan skræddi grundarlagið undan vinnulívinum, tí at uppboðssølan át burtur av yvirskotunum í fiskivinnuni. Nýggja samgongan hevur nú avtikið uppboðssøluna, men vissar fólkið um, at landskassin fær tað sama inn frá fiskivinnuni við øðrum gjøldum. Er tað ikki at skræða grundarlagið undan vinnulívinum? Hetta hongur ikki saman.

Veruleikin er, at vinnulívið blómaði í farna valskeiði. Skattaminkingin, sum varð latin lág- og miðalløntum kom øllum samfelagnum til góðar. Pengarnir komu í umferð í samfelagnum, og hetta gagnaði øllum tí føroyska vinnulívinum - byggifyritøkum, hárfríðkarum, listafólki o.s.fr.

Ups vit “gloymdu” onkran

At útvald reiðarí nú hava fingið makrelkvotu er ein óbeinleiðis stuðul til kappingarneytarnar, sigur stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu. Og bólkur 4B “gleið burtur ímillum”, tá ið samgongan samdist um, at bólkur 3 og garnaskipini skuldu fáa makrel.

Hetta er vinnupolitikkurin. Og tá ið vinnulívið hevur fingið tað gott, so fara familjurnar eisini at fáa tað gott, siga tey. Men aftur her haldi eg, at onkur varð “gloymdur” í rokanum.

Vit skulu ikki hava fleiri leigubústaðir, tí øll vilja hava sethús, sigur Bill Justinussen. Ongin tímir at búgva á útoyggj, sigur Helgi Abrahamsen. Mammurnar vilja hava pengar fyri at ganga heima, sigur Jørgen Niclasen. Hetta er ræðandi. Tí hevur stjórnin í landinum eina ov einstáttaða fatan av, hvussu ein føroysk familja sær út, ella ætlanir fyri, hvussu hon skal síggja út, so eri eg bangin fyri, at veruleikin verður hareftir. Tey, sum ikki kenna seg aftur, fara ikki at trívast her heima.

Men leggið til merkis, at í Føroyum hava vit familjur, har maðurin er sjómaður, kvinnan er heima og ansar børnum og fæst við fyrifallandi heimavirki. Vit hava eisini familjur, har mamman er politikari, og pápin er tónleikari. Familjur við tveimum mammum ella tveimum pápum. Vit hava eisini stakar uppihaldarar, familjur við nógvum børnum, familjur við ongum børnum, familjur, sum vilja búgva í leigubústaði, familjur, sum vilja búgva í Havn og familjur, sum trívast væl á útoyggj.

Føroyar fyri øll

Árið er akkurát byrjað. Í 2020 ynski eg mær politikk, sum í størri mun fevnir um eitt vinnulív fyri øll undir javnbjóðis treytum. Og politikk, sum allar familjur kenna seg aftur í. Eg gleði meg í øllum førum til, at vinnan fær tað so gott, at allar familjur fáa tak yvir høvdið, vit fáa eitt nýtt barnaheim, at bíðitíðirnar verða styttar til ráðgeving í Almannaverkinum, barsilsskipanin verður smidligari og familjurnar, sum eiga við børn við serligum tørvi, fáa eina betri samskipaða tænastu.

Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin