Sambinding á Giljanesi

Mentan18-10-2017 - 12:30 - Jóanis Albert Nielsen

Útlendingar í Føroyumog fólk við uppruna í Føroyum

Sambinding / Intertwining byrjar aftur hóskvøldi 19. oktober kl. 19ooí Skúlanum á Giljanesi

Sambinding er tiltak, sum er samstarv millum Reyða kross Føroya og kommunurnar í Vágum, hevur til endamáls, at savna tilflytarar og føroyingar í sama rúmi, til tess betur at kenna og skilja ymiskar mentanir.

Mett verður, at í Vágum eru omanfyri 100 tilflytarar uttan úr heimi.

Vónandi taka framhaldandi bæði tilflytarar og heimafólk væl undir við tiltakinum.

Tiltakið verður skipað við kunning, práti og kaffi.

Á skránni hóskvøldi er:

Borgarstjóriní Vága kommunu Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðar vælkomin

Erika Hayifield, adjunkur greiðir frá áhugaverdari granskingarverkætlan um Útlendingar í Føroyum:

At navigera í einum samfelagi við tøttum sosialum sambondum. Søguliga hava Føroyar verið eitt lutfalsliga homogent fólk, hvat uppruna viðvíkur. Seinnu árini er talið av útlendingum tó vaksið nógv, og hesi eru alsamt meira sjónlig í samfelagnum. Í Føroyum hava vit sterk sambond, og samfelagið er merkt av tøttum vina- og familjunetverkum. Tá so fólk koma, sum ikki hava sin uppruna her á landi, kann tað bæði vera avbjóðandi og fjálgandi, at Føroyar eru eitt so lítið land, og fólk kennast væl. Við støði í tilfari frá tveimum verkætlanum lýsir fyrilesturin samspælið millum tað kenda og tað ókenda, tá mentanir møtast.

Navigating close social networks in the Faroe Islands. Historically, the Faroe Islands has been an ethnically homogenous place. Latterly though, there has been a large increase in immigration to the islands. In Faroe Island people have strong social relations and the society is characterized by close family- and friendship networks. For those originating from elsewhere, coming to such a small place, where everyone seems to know each other, can be both comforting and highly challenging. Based on interviews with immigrants, this talk addresses the interplay between the known and the unknown, when different cultures meet.

Øll eru hjartaliga vælkomin

SAMBINDING