Samanhangslóg: Betri samanhang í almennum tænastum

politikkur01-03-2021 - 14:50 - Jóanis Nielsen

Eyðgunn Samuelsen vil hava landsstýrið at koma við eini samanhangslóg, sum tryggjar fólki einfaldar og samanhangandi tænastuveitingar frá tí almenna. Tí hevur hon latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar.

Vit búgva í einum av bestu vælferðarsamfeløgunum í heiminum. Gjøgnum fleiri áratíggju hava vit innrættað samfelagið eftir grundregluni um, at øll skulu hava rætt til somu veitingar, og øll skulu verða loftað, um vit snáva.

Soleiðis byrja almennu viðmerkingarnar til uppskot til samtyktar um eina samanhangslóg, sum Eyðgunn Samuelsen hevur latið løgtinginum.

- Starvsfólkini í vælferðargeirunum, so sum sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, námsfrøðingar og sosialráðgevar gera sítt allarbesta til tess at veita borgarum í hesum landinum góðar og tryggar vælferðarveitingar. Og tey allarflestu eru væl nøgd. Men vit mugu viðganga, at tað tíverri eru fólk, sum detta niðurímillum skipanirnar, sigur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

Eyðgunn Samuelsen vísir á, at tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at fólk detta niðurímillum í samfelagnum: Tað kann vera lógarverkið, sum er ov stirvið, tað kunnu vera skipanir, sum ikki samvirka nóg væl, og tað kann vera, at starvsfólkini ikki fáa ta tíðina ella tað frælsið, sum skal til til tess at fremja fakið í verki. Hesi viðurskifti eru við til at gera, at borgarin ikki fær ta góðsku í vælferðarveitingunum, sum hann ella hon hevur rætt til, skrivar hon í viðmerkingunum til uppskotið.

Hetta er eingin nýggjur trupulleiki. Tvørturímóti hevur hetta verið eitt afturvendandi kjak í almennu fyrisitinginum í Norðurlondum í fleiri áratíggju. Eisini her í Føroyum hava vit tikið nýggj og óroynd stig til tess at koma trupulleikanum til lívs. Sum dømi kunnu nevnast verkætlanirnar Megna títt lív, Tann góða tilgongdin og Kná børn. Hesar verkætlanir høvdu allar í felag, at endamálið var at veita ein betri samanhang í tænastuni til børn og ung við serligum avbjóðingum.

- Vit eiga at taka góðu royndirnar frá hesum átøkum og miðvíst arbeiða víðari við at bróta múrar niður. Bæði tá tað kemur til samstarv, men eisini tá tað kemur til tað fíggjarliga. Politiska skipanin skal ganga á odda fyri at bróta múrarnar niður, so at eingin borgari missir eina tænastu orsakað av, at viðkomandi skiftir geira, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Uppskotssetarin heldur, at grundtankin um samanhangandi vælferðartænastur nú eigur at verða lyftur frá einum verkætlanarstøði og til at gerast grundalag undir allari vælferðarhugsan okkara.

- Hetta krevur bæði nýhugsan, tíð og pengar. Og havast skal í huga, at broytingar av slíkum slagi taka tíð. Vit eiga at innrætta skipanirnar soleiðis, at tað frá politiskari síðu verður kravt, at Almanna-, Heilsu- og Mentamálaráðið samstarva um samanhangandi tænastur. Tíðin er komin til, at vit endurhugsa mátan at veita almennar vælferðartænastur, so at vit tryggja, at eingin í okkara ríka samfelag dettur niðurímillum, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Javnaðartingkvinnan vísir á, at tað er alneyðugt, at hugburðurin til tað tvørgeiraliga arbeiðið kemur úr erva, og at landsstýrisfólkini ganga á odda. Tí heitir hon á landsstýrið um at koma við eini samhangslóg, sum tryggjar betri samanhang í almennu vælferðarveitingunum m.a. við at syrgja fyri, borgarin er í miðdeplinum, at starvsfólk hava minni av umsitingarligum arbeiði og størri frælsi til at meta um einstaka borgararan og at ein pulja verður sett av til tvørfakligt og tvørgeiraligt virksemi, tá tað verður mett neyðugt.