Sam Feldt á Okkara Voxbotn 2020

Mentan02-12-2019 - 13:57 - Jóanis Albert Nielsen

Maðurin handan risahittið “Post Malone” kemur at framføra á Okkara Voxbotn tann 27. juni. Hann ferðast javnan á teim størstu tónleikafestivalunum kring allan heim, og er eitt tað heitasta navnið í dansistøðum í løtuni. Tú kanst gleða teg, tí Sam Feldt fer uttan iva at seta veruligt lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2020.

26 ára gamli niðurlendingurin, Sam Feldt, er hóast sín unga aldur eitt stórt navn á altjóða tónleikahválvinum. Hann byrjaði í 2015 at geva út tónleik, og beinanvegin legði tónleikavinnan til merkis, at her var talan um ein sera gávaðan mann. Stillisliga klintraðu løg hansara móti tindunum, og hann varð heiðraður við gullplátum í fleiri londum. Og so kom lagið “Post Malone” sum hann framleiddi saman við songkvinnuni RANI. Lagið rakk tindarnar kring allan heim, og bara á Spotify hevur lagið meira enn 164 mió stroymingar. Hetta eru ørandi tøl, sum vitna um ein sera vælumtóktan tónleikara.

Sam Feldt er ein DJ, men hann plagar eisini at hava tónleikabólk við sær á pallin. Og tá hann kemur til Føroya hevur hann bólkin við, og eisini hevur hann váttað, at taka RANI við sær á Okkara Voxbotn 2020.

Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Gulddreng, I Am, Surma og Signar og John fara á framføra á Okkara Voxbotn 2020.

Atgongumerki fáast á ebillett.fo, í Power í SMS og í Fast handlunum kring landið fyri kr. 650,-.

Okkara Voxbotn 2020 - í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, Betri Ung, Posta, Hvonn, Bilrøkt, Power, Pepsi, Hey og Okkara.