Sálmar, yrkingar og Ikonur á Altjóða Kvinnudegnum í Bygdarhúsinum í Miðvági

mentan04-03-2020 - 09:43 - Jóanis Nielsen

Altjóða Kvinnudagin, 08. mars, verður hátíðarhald í Bygdarskúlanum í Miðvági frá kl.15.00.

Undir yvirskriftini “Kvinnur og skaldskapur” fara vit at hoyra Sólrúna Michelsen hugleiða um skaldskap og sálmayrking, og hon lesur egnar yrkingar á degnum. Jónley á Løgmansbø, sum hevur givið út 2 yrkingasøvn, kemur at lesa upp úr sínum yrkingum, og yrkingar úr savninum “Sorgarvón”, sum Anna Elisabeth Hansdóttir í Kálvalíð gav út í november 2019, verða lisnar upp. Vágakvinnur sýna fram Ikonir, tær hava skrivað/málað, og Jórunn Gudmundsen framførir egin løg. Alt hetta, saman við einum góðum drekkamunni, er á skránni í Bygdarhúsinum í Miðvági á Altjóða kvinnudegnum 08.03 kl.15.00.

Hjartaliga vælkomin til eina løtu vil list, upplestri, tónleiki, práti og hugnaligari samveru.

Blíðar heilsur

Kvinnubólkurin í Vágum.