
Saknar kunning um Suðuroyartunnilin
politikkur14-01-2021 - 11:03 - Jóanis Nielsen
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, saknar kunning frá landsstýrinum um verkætlanina við Suðuroyartunlinum. Tí hevur hann í dag sett Jørgeni Niclasen ein fyrispurning, har hann millum annað spyr, nær partafelagið Suðuroyartunnilin verður stovnað.
Forkanningar til komandi Suðuroyartunnilin vórðu gjørdar í 2020
fyri nærum 5 milliónir krónur. Tær flestu kanningarnar blivu gjørdar á sumri,
m.a. seismiskar kanningar, sum Landsverk stóð fyri. Greiningarnar skuldu taka
2-3 mánaðir, men enn er einki úrslit almannakunngjørt. Bjarni Hammer, tingmaður
fyri Javnaðarflokkin, heldur, at løgtingið eigur at fáa meira kunning um
gongdina við verkætlanini, og at allir flokkar á tingi eiga at verða kallaðir
saman fyri at gera eina felags semju.
- Tað
er av alstórum týdningi, at forarbeiðið heldur áfram, soleiðis at klárt er at
byrja uppá Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugt boraður. Um vit
ætla at varðveita føroysku arbeiðsmegina og tunnilskunnleika teirra, sum er
mentur í Føroyum seinastu árini, so skal arbeiðið uppá Suðuroyartunnilin byrja
beinanvegin aftaná Sandoyartunnilin.
Á vári 2020 legði Bjarni Hammer uppskot fyri tingið um at seta á
stovn partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna eftir sama leisti, sum
er brúktur til hinar undirsjóvartunlarnar í Føroyum. Uppskotið bleiv felt av
samgonguni, sum metti tað vera einasti rætti framferðarháttur, men sum
samstundis metti, at tað ikki hevði skund at seta á stovn partafelag at gera
undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Ein grundgeving fyri at fella uppskotið var,
at allir flokkar skuldu semjast um ein felags framferðarhátt, og í tí sambandi
heittu bæði andstøða og samgonga á landsstýrismannin um beinanvegin at kalla
umboð fyri allar flokkar saman.
- Tað er skjótt eitt ár síðani fyrsta royndin bleiv gjørd, og tá
lá tað í kortinum, at tað ikki skuldi ganga long tíð til partafelagið bleiv
stovnað. Men enn hava vit einki hoyrt frá landsstýrismanninum, og nú er tolið
um at vera uppi, sigur Bjarni Hammer.