Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019

mentan24-05-2019 - 11:00 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv:

í 2003 tók hann øll á bóli, tá hann vann stóru sjónvarpskappingina Stjerne for en aften. Tá var hann ungur og í læru sum kovboy í Kanada. Men stóri eftirspurningurin eftir unga manninum gjørdi, at hann setti læruna til viks, og fór at spæla tónleik. Talan er um Gunnar Mikkelsen, sum í dag framførir undir heitinum Saint Kodiak.

Hálvi føroyingurin við gittarinum er blivin ein vaksin maður og ber nú navnið Gunnar Holm-Lintermann. Hann er nú búsitandi í Noregi, og hevur fyri kortum útgivið fløguna “Fumes”. Talan er um heitan singer/songwriter tónleik, sum hugtekur og fer beint í hjartað. Gunnar greiddi frá í tíðindaskrivið, at hann var givin at spæla tónleik, men aftaná eina vitjan í Føroyum, vaknaði alskurin aftur til tónleikin. Fløguaktuelli Saint Kodiak skrivar persónligan tónleik, sum sigur søgur úr lívið hansara. Tað verður dýrabært, at heilsa honum vælkomnan til Okkara Tórsfest tann 20. juli í gongugøtuni í Havn.

Frammanundan er longu greitt at Suspekt, Halberg & Friends, Dee Snider og Hjalmer Larsen fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019. Atgongumerki fáast á ebillet.fo og í Power í SMS og í Fast handlunum kring landið fyri kr. 495,-