Saga Peral II í Vágfirði í nátt

vinna12-07-2017 - 10:16 - Jóanis Nielsen

 Í góðveðrinum í nátt kom ferðamannaskipið Saga Peral siglandi vestanífrá, tað hevur helst vitjað í Íslandi - myndirnar eru tiknar kl. 04.30.

Saga Peral vitjar í dag á Kollafirði, har teir komu kl. 6 í morgun.

Saga Pearl II er bygd í Hamburg og var tikin í sigling í 1981. Skipið er 164 metrar langt og 22 metrar breitt. Tað hevur pláss fyri 602 ferðafólkum og manning telur 220 fólk. Tað er heimahoyrandi á Malta.
Nøvn hjá skipinum:

  • 1981–1985:Astor
  • 1985–2002:Arkona
  • 2002–2010:Astoria
  • 2010–2012:Saga Pearl II
  • 2012–2013:Quest for Adventure
  • 2013 onwards:Saga Pearl II