Mynd: Eyðun Høgnesen.

Safir og Smaragd eru fullir undir lúkurnar

vinna20-09-2018 - 10:56 - Jóanis Nielsen

 Safir og Smaragd komu á Klaksvík tíðliga í morgun, teir eru fullir undir lúkurnar.

Teir landa á Kósini - 240.000 pund, harav er 30.000 pund longa og so meginparturin av restini upsi.

Teir hava roynt eystanfyri.