Safir og Grønanes landa á Kósini

vinna03-04-2020 - 15:03 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Safir og Grønanes hava landað á Kósini, teir høvdu smá 100.000 pund, meginparturin var upsi.

Teir høvdu roynt eystanfyri.

Av Kósini verður sagt, at einki skip landar har í komandi viku, línuskipini eru øll komin inn og teir størru partrolararnir fara á gulllaksaveiðu.