
Rútur brotnaði á Erlu Kongsdóttir
vinna23-02-2021 - 09:16 - Jóanis Nielsen
Á túrinum úr Nólsoy til Havnar klokkan 8:15 í morgun, brotnaði ein rútur umborð á Erlu Kongsdóttir.
Erla Kongsdóttir vendi við aftur, og setti tey 30 ferðafólkini av aftur í Nólsoy.
SSL boðar frá: Vegna serligar umstøður er ongin sigling á nólsoyarleiðini í løtuni. Arbeitt verður við eini loysn, so siglast kann smbr. ferðaætlan.
Sum vit skilja, so skal TANUM føra ferðafólkini um fjørðin.