RUTH kemur til Skagen við 3.200 tonsum

vinna21-03-2019 - 22:57 - Jóanis Nielsen

 Ruth kemur til Skagen tíðliga í morgin við 3.200 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi vestur úr Írlandi.

Vit hava tosað við skiparan Hans Jacob Petersen, hann sigur at tað var nógvur svartkjaftur at síggja á leiðini har teir royndu, teir gjørdu 6 tov. 

Tað vóru nógv skip á feltinum.

Ruth sleppir ikki framat at landa í morgin, men leygardagin.