Ruth hevur sett kós móti Týsklandi

Vinna03-12-2018 - 22:00 - Jóanis Albert Nielsen
Danska skipi Ruth sum føroyingar í Hirtshals eiga hevur henda túrin roynt suður úr Hetlandi eftir sild. Ruth setti tíðliga í morgun kós ímóti Týsklandi har lastin skal landast.

Ruth hevur fingið 1800 tons av sild henda túrin og verður í Rugen í Týsklandi í morgin.