RUTH fekk 3.100 tons í tvey døgn

vinna21-04-2017 - 17:50 - Jóanis Nielsen

 Ruth er ávegis til Skagen við 3.100 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi vestur úr Skotlandi.

Ruth fiskaði í tvey døgn.

Ruth verður í Skagen sunnumorgunin.

Undanfarna túr høvdu teir eisini um 3.000 tons.