RUTH er seld til Noregs

vinna07-11-2019 - 13:23 - Jóanis Nielsen

 ì tíðindarskrivi í dag, sigur reiðaríðið RUTH A/S í Hirtshals frá, at teir hava selt skipið RUTH til Noregs, tað er K. Halstensen A/S í Bjekkarvik, sum hevur keypt Ruth, einki verður sagt um søluprísin.

Men samstundis hevur reiðaríðið RUTH A/S keypt skipið H-10-AV Slaateroy frá K. Hallstensen A/S, leveringin av báðum skipunum er sett til 4. februar í 2020.

Ruth er bygt í 2016, skipið kostaði tá útvið 300 milliónir at byggja.

Skipið sum er keypt ístaðin fyri RUTH er frá 1997, tað er 67,4 metrar til longdar og 13 metrar breitt, sí mynd av Slatteroy her niðanfyri.