Ruth er ávegis á Fuglafjørð

Vinna30-03-2020 - 08:48 - Jóanis Albert Nielsen
Danska skipið, sum føroyingurin Gullak Madsen í Hirtshals eigur, er ávegis á Fuglafjørð at landa svartkjaft. Ruth hevur henda túrin roynt í altjóðasjógvi vestur úr Írlandi.

Ruth hevur henda túrin fingið 1800 tons, og verður tað landa til Havsbrún í Fuglafirði. Ruth verður inni seinnapartin í dag.