Rúni verður liðskipari aftur

ítróttur08-08-2018 - 10:49 - Jóanis Nielsen
Tað verður Rúni Juul, sum skal standa sum liðskipari hjá Team Rynkeby í 2019.
Rúni hevur súkkla til Paris 3 ferðir, og var eisini liðskipari á túrinum til Paris fyrr í summar.

Hann tekur eitt tørn afturat, og skal leiða liðið, sum verður úttikið í komandi mánaða og fyriskipa innsavningina og tiltøk, sum skulu til at savna pening inn til børn, sum eru hættisliga sjúk.
Rúni arbeiðir sum skúlalærari og er 41 ára gamal.
Peningurin sum er savnaður inn í 2018, verður handaður í Reinsarínum í Havn tann 15. september
Umsóknarfreistin fyi at søkja um luttøku við Team Rynkeby er 17. august