Rundkoyringin í Sandavági um at verða liðug - myndir

vinna11-07-2017 - 16:40 - Jóanis Nielsen

 Rundkoyringin í Sandavági er nú um at verða liðug, tað sum manglar er uppmerking á vegnum og so skulu nøkur skelti upp eisini.

Tað eru fleiri bilførarar, sum ikki ansa eftir rundkoyringini og koyra beint ígjøgnum, tá kann vandi standast av tí, men frá LV verður sagt, at fleiri skeltir koma upp - helst í dag.

Rundkoyringin hevur kostað uml. 1,2 milliónir.