Mynd: Maud Ørvarodd

Rundkoyringin hevur fingið postreyðan lit - myndir

myndir10-10-2017 - 19:12 - Jóanis Nielsen

 Nógv umtalaða rundkoyringin hevur nú fingið reyðan lit, hon sæst nú munandi betri.

Rundkoyringin tænir sínum endamáli, ferðslan eftir landsvegnum er nú munandi lagaligari, enn áðrenn rundkoyringin kom.

Maud Ørvarodd hevur tikið myndirnar.

LV skrivar:

Sjónligari rundkoyring í Sandavági
FERÐSLUTRYGD: Sum nakað nýtt í Føroyum hevur Landsverk í dag lagt reytt termoplast á rundkoyringina í Sandavági.

Endamálið við at gera rundkoyringina í Sandavági reyða er at fáa hana so sjónliga sum til ber, soleiðis at tey koyrandi síggja hana í góðari tíð og koyra hareftir.

Reytt termoplast, ið er lagt á asfalt, verður nógv nýtt í okkara grannalondum til bæði rundkoyringar, bungur, gonguteigar og eisini til eitt nú súkklubreytir.