Royndu at gera bankarán í Vágum

top21-11-2017 - 09:01 - Jóanis Albert Nielsen

Sunnunáttina var brotið inn í bygningin, sum sjálvtøkan hjá Bank Nordik í Sandavági stendur í. Ein rútur var brotin, og har eru tey so farin inn ígjøgnum, fyri síðani at hava roynt at bróta sjálvtøkuna upp.

Av løgreglustøðini verður sagt, at tað sæst tíðuligt at tað er sjálvtøkan fólkini hava ætlað sær í, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa hana upp.

Løgreglan var á staðnum í gjár, fyri at tryggað sær tey sporini, ið har vóru, kanningararbeiði heldur áfram í dag.