Nýggjastu


Rósa stillar upp til kommunuvalið

Politikkur29-10-2020 - 07:43 - Jóanis Albert Nielsen

Eitt kent andlit í politikki stillar upp til kommunuvalið í Vága Kommunu

Rósa Sameulsen er 60 ára gomul fødd og uppvaksin í Tórshavn og eitt tíðarskeið í Gøtu.

Í 1985 flutti hon til Sandavágs at búgva. Rósa er gift við Heðin, saman eiga vit 3 børn og 5 ommu- og abbabørn.

Hon hevur útbúgving innan skrivstovuyrkið. Fyrstu árini starvaðist eg í Føroya Sparikassa í Vágum, síðani havi eg verið virkin í kommunal- og landspolitikki. Sum nakað heilt nýtt, havi eg verið avloysari í dagstovni og havt fleiri samskipandi uppgávur. Tað hevur verið sera spennandi og læruríkt fyri meg, og havi eg nú hervið nomið mær praktiska vitan innan dagstovnaøkið.

Míni hjartamál:

Vit skulu hava eina kommunu við skynsamari fíggjarstýring, har fólk ynskja at seta búgv. Vælferðin og trivnaðurin hjá børnum, ungum, eldri og familjunum skal vera í hásæti. Tað er fyrst og fremst borgarin, sum skal vera í miðdeplinum.

Eg vil nevna nøkur av mongu málunum eg brenni fyri:

normeringin innan eldraøkið verður sett eftir røktartyngd, reingerð skal verða partur av visiteringini.

normeringar á dagstovnum skulu betrast, Sóljugarður skal hava tíðarhóskandi umstøður.

børn við serligum tørvi skulu loftast tíðliga, og serskúlatilboð skal verða í kommununi.

børn og ung skulu hava góð og fjølbroytt frítíðartilboð.

tøk grundøkir í øllum bygdum, og at vit fáa fjølbroytt bústaðartilboð, s.s. leigu og lutaíbúðir.

raðfesta sjálvbodna arbeiði sum ríkar okkara við søgu, mentan, fornminna- og mentanarvirðir.

tætt og gott samstarv við ungdómsráð, foreldraráðini og eldraráð

ferðslutrygd

valevnið fyri Borgaralistan

Set X við Rósu Samuelsen