Rókur-Open byrjaði í gjárkvøldið

ítróttur18-01-2020 - 09:01 - Jóanis Nielsen

 Í gjárkvøldið byrjaði talvkappingin Rókur-Open, telvað verður í skúlanum á Oyrabakka.

Telvað verður soleiðis:

Fríggjakvøldið kl. 19:00 verða 3 kviktalv telvað.

Leygardagin kl. 10:00 og 15:00 verða 4 og 5 umfar telvað.

Sunnudagin kl. 13:00 og 17:00 verða 6 og 7 umfar telvað.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sek/leik

Langtalv: 90 min + 30 sek/leik