Rói Berg Hansen: Vit høvdu eina fantastiska verju

ítróttur07-01-2017 - 22:45 - Jóanis Nielsen

 Eftir dystin ímóti Ísrael í kvøld hittu vit Róa Berg Hansen og settu honum nakrar spurningar. Vit ynsktu sjálvandi fyrst tillukku við dystinum, sum ein ovurfegin Rói var sera glaður fyri.

Ísrael byrjaði ógvuliga hart í dystinum í kvøld - hvussu kendist tað?

Tað vistu vit væl - tað gjørdu teir eisini í dystinum í gjár ímóti finnum - vit vistu, at teir fóru at spæla við sama tempo, sjálvt um teir vóru yvir- ella undirmannaðir - tað vóru vit klárir uppá, men tað var øðiliga tungt. Tað tók allan fyrra hálvleik, at fáa skil uppá tað. Teir fingu 16 mál í fyrra hálvleiki og 9 mál í seinna hálvleiði - Tað gekk ógvuliga striltið, men vit fingu - heldigvís - fyrst skil uppá verjuna og komu tí framum.

Teir byrjaðu at verja 5-1 og vóru øðiliga uppsettir - var tað ein hvøkkur ella var tað ringt at koma til kjansir?

Nei - vit fáa 17 mál í fyrra hálvleiki og 14 í seinna hálvleiki - vit komu til kjansir í næstan hvørjum álopi - haldi at vit loystu teirra verju væl upp, serliga var tað bakketan, sum arbeiddi væl.

Hvat gjørdu tit annarleiðis í fyrra hálvleiki í mun til seinna hálvleik?

Sum sagt, so var tað verjan - vit gjørdu tað sama í álopinum - vit høvdu long og tolin álop - tað førdi til sigurs, segði ein fegin Rói Berg Hansen beint eftir dystin.