Rógvi Baldvinsson hevur skorað ímóti europameistarunum - Mynd: Hans Erik Danielsen.

Rógvi: Fantastisk kensla at skora

ítróttur01-09-2017 - 11:40 -

 Føroyska landsliðið taptu 5-1 fyri Portugal á Estadio do Bessa leikvøllinum í Porto. Rógvi Baldvinsson skoraði einasamalla málið fyri Føroyar

- Hasin bólturin skuldi bara í málið, og tað var sjálvandi ein fantastisk kensla, tá hann brast í netið, sigur Rógvi Baldvinsson, føroyski málskjúttin ímóti Portugal.

 

Tað gjørdist til eitt 5-1 tap fyri verandi europameistarunum, Portugal á Estadio do Bessa leikvøllinum í Porto. Portugal var greitt betra liðið, og tað vóru ikki farnir meir enn tveir minuttir, so hevði Cristiano Ronaldo saksasparka bóltin í netið.

 

Tá hálvur tími var spældur var aftur mál, og aftur var tað Ronaldo, ið skoraði, hesaferð við brotssparki. Mótbrekkan sá nú út til at blíva øgiliga lang og tung, men stutt fyri steðgin bragdaði hjá føroyska liðnum.

 

Jónas Tór Næs tveitti innkast langt inn í brotsteigin, Odmar Færø vann luftdystin við ein portugisa, og so datt bólturin fyri føturnar á Rógva Baldvinsson, sum bankaði hann í netið. Eitt sera gott mál.

 

- Eg eri væl nøgdur við fyrra hálvleik. Í verjuspælinum gekk væl, og vit megnaðu í løtum at halda væl uppá bóltin. Men eftir steðgin var strævið, og tá orkan byrjaði at ganga undan, var tungt at spæla, sigur Rógvi Baldvinsson við heimasíðuna hjá FSF.

 

Portugisar fingu trý mál afturat í seinna hálvleiki, so endaliga úrslitið gjørdist 5-1 til Portugal. William Carvalho skoraði til 3-1, Cristiano Ronaldo til 4-1, áðrenn Nelson Oliveira í 84. minutti skoraði til 5-1.

 

Longu sunnudagin klokkan 17:00 skal føroyska landsliðið á vøllin aftur, tá Andorra kemur á vitjan á Tórsvølli. Nøkur atgongumerkir eru eftir til dystin, og tey fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Portugal - Mynd: Hans Erik Danielsen