Rógvi Egilstoft tekur sæti á løgtingi

politikkur20-10-2021 - 13:11 - Jóanis Nielsen

Jákup Mikkelsen er farin í farloyvi frá løgtingssessinum og í hansara stað er komin Rógvi Egilstoft.

Rógvi Egilstoft fekk 227 atkvøður á løgtingsvalinum í 2019 og hevur fyrr havt sæti sum eykamaður fyri Fólkaflokkin.
Í dagliga starvinum er hann borgarstjóri á Eiði.