Róðrarsambandið leggur lunnar undir at kappróður í framtíðini bara verður í Havn

ítróttur30-09-2020 - 18:39 - Jóanis Nielsen

Á fundi hjá róðrarsambandinum herfyri segði forkvinnan í RSF, at nevndin ynskir at avtaka Sandavág, Hósvík og Hvalvík sum róðrarøki.

Við undantaki frá 2020, tá Korona hevur gjørt at kappróðurin fekk so góða undirtøku, hevur gongdin seinastu 20 árini verið at summir bátar hava verið so væl fyri, at ongin tímur, ella kann, kappast við teir, sum dømi kunnu nevnast Jarnbardur við kvinnum, Erla Kongsdóttir við kvinnum og Ormurin Langi. At ongin spenningur í nógv ár hevur verið um FM heitið í fleiri bátastøddum hevur gjørt, at spenningurin til kappróðurin og harvið áhugin at fylgja við á stevnunum hevur verið í minking. Tað sæst næstan ikki fólk til kappróður á nógvum stevnum longur.

At nevndin í RSF leggur slíkt uppskot fyri fundin meini eg, er beinleiðis í stríð við grein 2 í lógunum fyri Róðrarsamband Føroya, RSF, har stendur: 

Grein 2:
RSF hevur til endamáls at menna og skapa áhuga fyri róðri og at vera stuðul hjá feløgum í samarbeiðnum sínámillum, umframt at umboða róður á alheims stigi og í alheims og millumlanda róðrarsamgongum.

Eftir mínum tykki skulu ítróttarsambond og -feløg virka fyri at fáa ein sunnan og virknan ungdóm har bæði likam og sál verða styrkt.

Verður uppskotið samtykt síggi eg fyri mær, at áhugin í bygdunum, har róðarøkið verður strikað fer at minka og við tíðini ber møguliga ikki til at manna bátar á nevndu støðunum, hetta er trupult longu sum er.

Uppskotið er helst bara 1. liður í at strika róðrarøkir á bygd, kunnu Sandavágur, Hvalvík og Hósvík ikki brúkast sum róðrarvágir, so kunnu aðrar heldur ikki brúkast. Havnin er sum altíð friðað, hóast har er rák og heldur ikki lýkur krøvini fyri fult mál t.v.s. 1.000 metrar.

Um visiónin hjá Róðrarsambandinum er at vit í framtíðini bara skulu hava kappróður í Havn og nakrar fáar eliturógvarar, so er hetta rætta stigið – er hinvegin endamálið hjá Róðrarsambandinum at menna og skapa áhuga fyri kappróðri so er hetta als ikki mátin at gera tað uppá.

Jóanis