Røða: Hondbóltur í heimsflokki á Hálsi

ítróttur09-01-2017 - 14:21 - Jóanis Nielsen

 RØÐA: Løgmaður vónar, at frálíka úrslitið um vikuskiftið er við til at slóða fyri fleiri frambrotum í føroyskum hondbólti. 

Størsta hendingin í føroyskum hondbólti nakrantíð. Ja, kanska í føroyskari ítróttarsøgu í liðítrótti yvirhøvur.

Soleiðis lýsti løgmaður stóra avrikið hjá føroyska U-21 hondbóltslandsliðnum hjá monnum um vikuskiftið, nú teir hava spælt seg víðari til HM-endaspælið í Algeria í summar. Á móttøku í Tinganesi á middegi flutti Aksel V. Johannesen fram røðu: 

"Tað eru eftirhondini fleiri ár síðan, at nøkur foreldur úr Vestmanna og Hoyvík, ið eisini vóru venjarar, av sínum eintingum savnaðu tykkum leikarar saman. Tá vóru grundarsteinarnir lagdir fyri henda óvanliga gávaða árgangin. Tit vóru 12-13 ára gamlir tá. Longu sum 15 ára gamlir sluppu tit at royna tykkum ímóti í íslendingum. Og síðan hava tit luttikið í fleiri altjóða kappingum – og við sera góðum úrslitum", segði løgmaður millum annað.

Løgmaður heldur, at góða avrikið er enn eitt dømi um, at føroyskur hondbóltur seinastu árini hevur tikið nøkur risafet. Menningin er eyðsýnd, og úrslitini eru góð.

"Tað er mín vón, at frálíka úrslitið um vikuskiftið er við til at slóða fyri fleiri frambrotum í føroyskum hondbólti. Tykkara avrik higartil og HM-luttøkan í summar fer uttan iva at kveikja eina sterka vón og geva neyðuga áræði hjá yngra ættarliðinum", vísti løgmaður millum annað á.

Lesið røðu løgmans her