Røða: Dýrabar virði eru í trúgvum vinalagi og góðum grannalagi

Politikkur18-05-2017 - 09:40 - Jóanis Albert Nielsen

Dýrabar virði eru í trúgvum vinalagi og góðum grannalagi. Tað vísti løgmaður millum á, tá ið hann í gjárkvøldið flutti fram røðu á Hotel Føroyum fyri Guðna Th. Jóhannesson, forseta Íslands.

Ofta hava føroyingar verið sorgarbundin saman við íslendingum, tá ið náttúrunnar veldigi máttur hevur gjørt um seg.

"Vit grótu saman við tykkum, tá ið eldgosið í Vestmannaoyggjunum í 1973 gjørdi um seg, og í 1995, tá ið tit vórðu rakt av ógvusligum skalvalopum á Flateyri og Suðavik. Eisini í 2008 kendu vit harm, tá ið fíggjarkreppan kollrendi íslendska samfelagið", segði løgmaður í røðu síni.

Trúgva vinalagið og góða grannalagið við Ísland hava vit føroyingar altíð virðismett.

"Túsundtals føroyingar hava gjøgnum árini balst við Íslands strendur, aðrir túsund vunnu sær til lívsins uppihald í Íslandi í fimmtiárunum, tá ið hóttafall var komið á okkara egnu fiskivinnu. Tá fiskimørkini fyri 40 árum síðani vórðu flutt út, og stórbroytingar komu í alt fiskivinnumynstrið í Norðuratlantshavi, sýndu íslendingar seg eisini sum okkara sonnu vinir og brøður", vísti løgmaður á.

Lesið røðu løgmansher