Rigmor vann í Danmark

ítróttur28-10-2018 - 21:57 - Jóanis Nielsen

Hvirlan skrivar:

Rigmor Napoleonsdóttir Arge luttók farna sunnudag (28. oktober) í kappingini “Nike Start Op” í Fælledparken í Keypmannahavn, har luttakarar kundu royna seg á altjóða góðkendari rutu á ávikavist 5 km, 10 km og 15 km. Rigmor royndi seg á 10 km teininum.

Um aldarskiftið var Rigmor í topform, har hon setti føroysk met á longri renniteinunum. Síðan hevur hon tikið sær meir av løttum, inn til í ár, har hon verðuliga hevur gjørt vart við seg aftur, við at renna líka skjótt, sum hon gjørdi fyri smáðum 20 árum síðan.

Í Keypmannahavn legði Rigmor harðari út enn tá hon nýliga kláraði oyggjaleikakravið á ½Marathon, har hon rann seinnu helvt skjótari enn fyrru. Nú skuldi roynast at pressa ferðina meir. Hon rann tí fyrstu 5 kilometrarnar uppá 19 min 38 sek. Harða útleggi kostaði tó, og seinnu 5 kilometrarnir blivu runnir uppá 20 min 23 sek. Samlaða tíðin gjørdist sostatt 40 min 1 sek, sum bara er 10 sek frá persónliga metininum, sum hon setti við aldarskiftið.

Rigmor vann sín aldursbólk stórt, og megnaði enntá at gerast nummar trý í opna bólkinum.