Rescue LÍV og TANUM vísa samkenslu í dag

08-06-2019 - 17:54 - Jóanis Albert Nielsen

Fríggjadagin 7. juni sjólótust trý bjargingarfólk frá franska sjálvbodna bjargingarfelagskapinum Société Nationale de Sauvetage en Mer (SNSM)

Ein manning á sjey persónar fór út við bjargingarbáti teirra, at leita eftir einum fiskibáti, ið var komin inn aftur. Ódnin Miguel herjaði við vesturstrond Fraklands fríggjadagin

Bjargingarbáturin holvdist og vunnu bert fýra av manningini upp land á lívi. Fríggjakvøldið var fiskibáturin ikki funnin

Rescue LÍV og TANUM vilja við Merkinum á hálvari stong vísa samkenslu við okkara bróðurfelagskapi og familjunum hjá teimum, ið sjólótust