Nýggjastu


Renn fyri lívi

20-10-2020 - 18:03 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir nógv arbeiði, við at fáa alt uppá pláss, eru vit við at koma á mál.

Vit byrjaðu uppá hetta arbeiðið í desember 2019. Í september 2020 bleiv skipanin endiliga keypt, og eru vit so komin hertil, at boðað verður frá, at appin kemur at vera almenn frá 1. november.

Í hesum sambandi verður eisini boðað frá, at vit almannakunngera heimasíðu okkara frá í dag av.
Her finst kunning um skipanina, hvørji vit eru og hvussu ein skal gera fyri at fáa appina. Her er eisini møguligt at skráseta seg til appina. Skráseting gongur einans fyri seg á heimasíðuni. Umframt hetta er eitt kort, sum vísur allar skrásettar hjartastartarar. Hetta kortið verður dagført regluliga.
Heimasíðan eitur: www.rfl.fo