Reka grind á Havnina

20-11-2017 - 13:49 - Jóanis Albert Nielsen

Ein grind er funnin suður úr Mjóvanesi, nú verður roynt at reka hana inná Havnina.

Uppdatering kl. 15: Grindin sum gekk í fleiri bólkum er sloppin, teir mistu hana tá ið hon kavaði og funnu hana ikki aftur, tað er áleið ein tími síðan.