Regin á Lofti fyllir 80 ár

vinna20-09-2018 - 14:43 - Jóanis Nielsen

 Kendi sandavágsmaðurin Regin á Lofti fyllir 80 ár í dag. 

Regin hevur tað gott og putlast við okkurt hvønn dag, hann er best kendur fyri at duga sera væl at laða grótgarðar v.m., Regin arbeiddi í mong á hjá Sandavágs kommunu og hevur laða mangan garðin og fríðka um í kommununi, áðrenn hann fór í starv hjá kommununi var hann sjómaður, Regin hevur útbúgving sum fjarritari.

Regin er sera hittinorðaður og skemtingarsamur.

Dagurin verður hildin saman við børnum, abbabørnum og systkjum á Argjum.

Pápi okkara er nr. 4 av 9 systkjum, tey eru 7 á lívi.

Vit takka pápa okkara tað hann er fyri okkum.

Rúna, Duruta og Ottar.