Rebekka sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági

04-06-2020 - 16:38 - Jóanis Albert Nielsen

Í juni er tað 19 ára gamla Rebekka Egilstoft Hentze, sum sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.

Rebekka hevur altíð dámt sera væl at siti og tekna, mála og verið kreativ uppá nógvar ymsar mátar.

Hon heldur tað er ógvuliga stuttligt, tá hon onkuntíð setur seg at hyggja aftur í gamlar tekningar og síggja, hvussu hon hevur ment seg gjøgnum tíðina.

Fyri á leið trimum árum síðani royndi Rebekka seg innan máling.Hetta dámar henni nú eisini dámar sera væl. Rebekka málar og teknar mest eftir myndum, sum hon finnur á netinum.

Av tí at hennara áhugi fyri máling og tekning er stórur, vónar hon, at hon kann koma at mennast nógv innan hetta økið.

Um nakar hevur áhuga ella eitt ynski um ein málning av onkrum slag, ber til at senda henni eini boð á facebook.