”Fólk á ferð” við fjølbroyttum tilfari

Vinna18-05-2017 - 09:15 - Jóanis Albert Nielsen

Blaðið hjá Strandferðsluni, “Fólk á ferð”, er útkomið á triðja sinni. Hesaferð verður nógv gjørt burturúr, at 100 ár eru liðin, síðan Strandferðslan fór undir sítt virksemi.

Í blaðnum er eisini grein um saltsiloina á Drelnesi, sum var virkin til fyrst í 80’unum og nú er um at vera liðugt umbygd til mentanarhús.

Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík greiðir í grein frá, hvussu hann síðan 1984 hevur pendlað millum Klaksvíkina og Havnina til arbeiðis. Broytingarnar á samferðsluøkinum hava verið nógvar, og hann ætlar sær eisini at royna Eysturoyartunnilin, tá hann er liðugur.

Tummas Símun Høj hevur røkt farmaleiðina hjá Strandferðsluni í Kalsoynni í 10 ár. ”Fólk á ferð” eltir hansara slóð í vøkru oynni, og hann sigur frá upplivingum í arbeiðinum.

Eisini eru greinir í blaðnum um, at ferðafólkatalið við skipunum veksur, at Tjørnuvík og Gjógv eru spennandi ferðamál, og at ein stór bjargingarroynd umborð á Ternuni eydnaðist væl.

Vakrar myndir prýða blaðið, og í oddagrein verður upplýst, at Strandferðslan hevur ment eina nýggja bókingarskipan, sum verður sett í verk skjótt.

“Fólk á ferð” verður næstu dagarnar at fáa ókeypis í skipum og bussum hjá Strandferðsluni.