Rannvá hevur fingið góðar afturmeldingar

Mentan11-11-2017 - 19:46 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyska songkvinnan Rannvá Álaberg, hevur givið eitt nýtt staklag út, "Hví sakni eg teg".

Rannvá hevur seinastu tíðina arbeitt við nýggjum tilfari og nýggja staklagið er væl mótikið í miðlinum og rundanum fólk.

–Tað hevur stóran týdning fyri meg, at skapa tónleik og at fólk viðurkenna tað sum eg brenni fyri. At fáa góðar afturmeldingar gevur mær styrki at halda áfram, sigur Rannvá við einum smíli.

Fyri Rannvá kemur teksurin altíð fyrst og síðan verður eitt lag smíða sum hóskar seg væl til.

Hugskotið til staklagið "Hví sakni eg teg", er komið tá hon hevur koyrt ímillum fjarðar. – Tá eg koyri einsamøll siti eg í mínum egna hugaheimi og fái íblástur frá øllum sum hendur rundanum.


Føroyingar kunnu vænta sær meira tilfar frá unga talentinum ið greiður frá, at hon hevur fleiri løg sum bíða, at sleppa í upptøkuhøli.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=ga9VortB4J0]