Myndin er frá Hans Andrias Kelduberg.

Ran landar kongafisk í Havn

vinna21-06-2018 - 10:33 - Jóanis Nielsen

 Frystitrolarin RAN er komin úr Irmingahavinum, við 180 tonsum av kongafiski, sum teir landa til Barðið í Havn.

Ran hevur gjørt ein skjótan túr, teir fóru úr Føroyum 1. juni.

22 mans vóru við hendan túrin, skipari var Esben Poulsen.