Ragnhild: Tjaldplássið er ein hugnalig bygd

Mentan06-08-2017 - 21:50 - Jóanis Albert Nielsen

Alt størri áhugi er fyri at gista í eksklusivu tjaldbygdini á Summar Festivalinum.

Seinastu árini hevur Summar Festivalurin bjóðað fólki at gista við tjaldi mitt í Klaksvík. Tjaldplássið á Akursmørk liggur í hjartanum á festivalinum, og har eru umstøðurnar framúr at hava eitt gott vikuskifti.

- Tjaldbygdin á Summar Festvalinum er kanska hugnaligasta bygd í Føroyum, sigur Ragnhild Ellingsgaard, sum stendur fyri tjaldplássinum.

Áhugin fyri at gista í tjaldbygdini á Summar Festivlainum er sera stórur í ár, og nú eru bert fá pláss eftir.

Her ber til at síggja samrøðu við Ragnhild Ellingsgaard um tjaldbygdina:

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=RMHNPxptvyY]