Rag'n'Bone Man: Tá verðinshitt eru enn betri live

Mentan12-07-2018 - 10:22 - Jóanis Albert Nielsen

Eitt támut mikukvøld í juli savnast túsundtals fólk við pink hári, gulum regnjakkum og gráum hipstaraskeggi á sandinum í Syðrugøtu at hoyra eitt av heimsins mest aktuellu poppnøvnum.

Ílatin babyrokkara buksur og gangstaraketu um hálsin er Rag'n'Bone Man alt annað enn ímyndin av eini poppstjørnu, men meðan mjørkin krýpur longur niðan eftir sandinum, og myrkrið spakuliga leggur seg yvir Gøtuvík, lýsa snildfonirnar á andlitini, sum øll eru fest á høvuðsnavnið.

Fjøldin syngur við til Lay My Body Down, Grace, Skin og As You Are, áðrenn verðinshittið Human fyllir Gøtusand. Ársins G! festivalur er byrjaður.

Tesktur G!.